Spanski tarvurin mátti lúta fyri Rakul og hinum føroysku hondbóltskvinnunum

HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
Spania – Føroyar 25-27 (11-14)

Føroysk ítróttasøga var skrivað í SWT høllini í Trier í kvøld, tá ið mergjaðu føroysku hondbóltskvinnurnar koppaðu sponsku hondbóltsstjørnunum í HM-endaspælinum.

Tá ið Jana Mittún sendi bóltin í málið nøkur sekund fyri tíð til 27-25, var søguligi sigurin veruleiki, og alt bendir nú á, at føroysku kvinnurnar koma víðari til millumumfarið í HM. Tað er einki minni á heilt fantastiskt.

Í hálvleikinum var Spania frammanfyri 14-11, og føroyska spælið hevði verið so mikið stirvið, at lítið bendi á nakran sigur.

Men føroysku kvinnurnar vildu tað øðrvísi, og serliga málkvinnan, Rakul Wardum, gekk undan við at steingja málið frá byrjan av í seinna hálvleiki. Tað merkisverda við tí, var, at hon ikki hevði ein so hepnan fyrra hálvleik, har hon millum annað tveitti tveir bóltar burtur.

Skjótt komu Føroyar upp á javnt, og málini komu av øllum plássum á vøllinum. Tær tríggjar Jana Mittún, Súna Hansen og Maria Nólsoy settu ferðina í álopinum, og í verjuni sóu vit verjuspæl í heimsflokki.

Serliga tær báðarPernille Brandenburg og Lív Zachariasen gingu undan í miðverjuni, og tað var heilt einfalt ein fragd at síggja, hvussu Lív traðkaði fram í vøllin og steðgaði sponsku leikarunum við føroyskum mátti.

Leingi sveiggjaði dysturin um javnleikin, og einu løtuna, sá út til, at Spania var um at fara frá okkum. Men Rakul og føroysku kvinnurnar vildu tað øðrvísi.

Tað heilt stuttliga var, at rímiliga nógvar áttu sín lut í hesum dystinum, og millum annað komu systrarnar Elsa- og Karin Egholm inn á høgra bakk og høgra vong og áttu avgerandi leiklut í føroyska sigrinum.

Stóri munurin samanborið við dystin móti Svartfjallalandi, var, at í dag skoraðu okkara kvinnur upp á møguleikarnar, bæði í opnum spæli og upp á brotskøstini, sum Pernille Brandenburg sendi í málið.

Verjuavrikið var gott allan dystin, men í fyrra hálvleiki fleyt alopsspælið ikki ordiga. Ov nógvar sendingar vóru óneyvar, og spælararnir hildu seg ov nógv aftur, tá ið møguleikan var at loypa gjøgnum sponsku verjuna.

Men fyrra hálvleik gloyma vit alt um, tí hetta føroyska hondbóltskvøldið í Týsklandi, nær við markið til Luksemborg, fer í føroyskari ítróttasøgu, at standa undir liðini á Landskrona og Berlin.

Heilt framúrskarandi gott kvinnur. Takk fyri sigurin, sum vísir okkum, at har trúgvin er til staðar, er einki óført. Slík kvøld styrkja føroysku tjóðskaparkensluna.

Vit gleða okkum til dystin móti Paraguai sunnudagin klokkan 14.30.

Dysturin á ihf.com


HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
Spania – Føroyar 25-27 (11-14)

Føroyar

  • Pernille Brandenborg 7/7 (100%)
  • Jana Mittún 6/9 (67%)
  • Súna Hansen 4/8 (50%)
  • Maria Nólsoy 3/4 (75%)
  • Elsa Egholm 2/3 (67%)
  • Rannvá Olsen 2/2 (100%)
  • Lív Zachariasen 1/2 (50%)
  • Karin Egholm 1/1 (100%)
  • Bjarta Johansen 1/3 (33%)
  • Liv Sveinbjørnsdóttir 0/3 (0%)
  • Marita Mortensen
  • Anna Elisabeth Weyhe
  • Maria Weyhe
  • Vár Zachariasen
  • Rakul Wardum (má) 15/38 (40%)
  • Gylta Á Neystabø (má) 0/1 (0%)


Stigatalva – HM- Bólkur D

DVJT++/-Stig
Montenegro22006652+144
Spania21015144+72
Føroyar21015457-32
Paraguay20024260-180