So misti United fyrstu stigini við Carrick sum venjara

Tað eydnaðist ikki Carrick at vinna fimta sigurin á rað sum venjari hjá Manchester United.

Tað sá út til, at United var á veg móti einum ósigri, eftir at Tomas Soucek hevði lagt West Ham fram um tíðliga í seinna hálvleiki. Men langt inni í longdu leiktíðini eydnaðist Benjamin Sesku at javna fyri United við einum frálíkum fluktara.

Tað eina stigið , ger at United er framvegis á fjórða plássið, meðan West Ham er tvey stig undir niðurflytingarstrikuna.

Støðan í Premier League