Tað hevur bíðað leingi, men nú er Áki Samuelsen loksins tikin út til landsliðshópin.
Hann hevur í eina tíð verið ein tann føroyingurin, sum hevur staðið seg best í útlendskum fótbólti.
Áki skifti undan hesum kappingarárinum til svensku meistararnar Mjällby, har hann hevur fingið fitt av spælitíð á hægri støði enn flestu føroysku fótbóltsleikarar.
Hóast tað hevur hann higartil ikki verið tikin út til landsliðið, serliga tí hann hevur havt aldur at spæla við U21-landsliðnum, har hann er liðskipari og fær fulla spælitíð og nógvar royndir.
Nú er hann so tikin út saman við hesum leikarunum, sum Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur tikið út til venjingardystirnar 6. juni á útivølli ímóti Estlandi og 9. juni móti annahvørt Lettlandi ella Litava.
Landliðshópurin:
Málverjar
- Bárður á Reynatrøð, Víkingur
- Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
- Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Verjuspælarar
- Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
- Odmar Færø, Kí Klaksvík
- Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
- Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
- Arnbjørn Svensson, Víkingur
- Viljormur Davidsen, NSÍ Runavik
- Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
- Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
- Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarspælarar
- Jakup Biskopstø Andreassen, Ki Klaksvík
- Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
- Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
- Noah Hans Mneney, HB Torshavn
- Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvik
- Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
- Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
- Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki
Álopsspælarar
- Petur Knudsen, NSí Runavík
- Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
- Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

