HM-røkkstøkkdystur, seinni dystur
Føroyar – Bosnia-Hersigovina 33-28 (15-17) (samanlagt 57-50)
Tað hevði væl verið ein lítil katastrofa, um Føroyar ikki megnaðu at spæla seg til HM-endaspælið í manshondbólti móti Bosnia-Hersigovina í høllini við Tjarnir í kvøld.
Bosniska liðið var ikki eitt serliga gott landslið, og við tvey máls leiðslu frá fyrra dystinum á útivølli, skuldi hendan uppgávan loysast.
Eftir ein heldur trilvandi fyrra hálvleiki, strammaði Føroyar skrúvurnar í seinna hálvleiki, og vunnu at enda greitt 33-28.
Nú verður føroysk innrás í Týsklandi í januar.
Andlitsbrøgdini vóru heldur álvarsom upp á miðlapallinum í steðginum. Semja var um, at verjuparturin hevði verið vánaligur og mátti bøtast í seinna hálvleiki.
Tað gekk eisini óvanliga illa hjá verjuni í fyrra hálvleiki, og dagsins maður frá seinasta dysti, málverjin Pauli Jacobsen, bjargaði ikki einum einasta skoti, meðan Toraldur Kollsker hevði eina bjarging, ta stuttu løtuna, hann var inni.
Verjan kom alt ov lítið fram í skjúttarnar hjá Bosnia-Hersigovina, og teir fingu alt ov góðan frið at spæla, og tí var heldur ikki lætt hjá málverjunum.
Hinvegin riggaði álopið væl. Óli Mittún byrjaði, sum ein dreymur. Hann vann fleiri brotskøst og skoraði nøkur mál.
Hákun West av Teigum setti eisin tvey brotskøst í málið, áðrenn hann brendi eitt, og tað sama gjørdi Leivur Mortensen.
Málverjin hjá teimum bjargaði eisini nøkrum leysum skotum hjá Føroyum, og tí komu gestirnir fram um og hildu seg framman fyri allan fyrra hálvleik.
Í steðginum var Bosnia-Hersigovina framman fyri 17-15, og tískil var samanlagt púra javnt.
Millum miðlafólkini var semja um, at okkurt mátti gerast við verjupartin. Verjan skuldi longri fram helt onkur, meðan aðir nevndu møguleikan at royna aðrar verjuleikarar ella fara yvir til eina fimm-eitt verju.
Verjan tyktist eisin hamskift, tá ið leikararnir komu aftur á vøllin. Verjuskipanin var ikki broytt. Men verjan var meira ágangandi og fór nógv meira fram at órógva spælið og skotini hjá teimum.
Tað hjálpti og tíbetur skoraðu teir ikki í fyrsta álopinum og harvið vunnu seg fram um í samlaðu støðuni.
Nú riggaði alt. Bosnia-Hersigovina fór at missbrúka skotmøguleikar, og Pauli bjargaði sínum fyrsta skoti.
Í hinum endanum setti Leivur hol á av vinstra veingi, og okkara menn skoraðu trý tey fyrstu málini eftir hvíldina.
So hildu Føroyar stand, og vóru alla tíðina framman fyri við einum ella tveimum málum, og tað merkti í roynd og veru, at vit samanlagt vóru frammanfyri við trimum fýra málum í samlaðu støðuni.
Føroyar vóru nú á veg til HM-endaspælið, og um miðjan seinna hálvleik kom veruligt flog á.
Fyrst brendi Teis Rasmussen tvær ferðir á rað púra leysur. Men so megnaðu gestirnir ikki at standa móti meira.
Leivur skoraði til 26-22, og so skoraði Teis eisini. Nú kókaði høllin, eftir at hava verið heldur friðarlig áðrenn steðgin.
Føroyar undir leiðslu av Óla dugdu væl at vera framman fyri við nøkrum málum. Spælið var ógvuliga displinerað, álopini var hóskandi long, og Føroyar megnaðu nærum hvørt álop á koma til rímiligar møguleikar.
Fleiri leikarar skoraðu eisini mál. Hákun var tann drúgvasti, harav sjey upp á brotskast. Hann hevur nú yvirhálað, kollfirðingin Hanus Joensen, sum mest skorandi á landsliðnum.
Aðrir, Vilhelm Poulsen, Leivur, Bjarni í Selvindi, Teis og Tróndur Mikkelsen skoraðu eisini mál hetta seinasta kortið, tá ið dysturin varð avgjørdur.
Verjan var eisini framúr, og tá ið 25 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, hevði Bosnia-Hersigovina bara skorað átta ferðir. Pauli bjargaði eisini fleiri og fleiri skot, sum hálvleikurin leið.
Seinastu minuttirnir gjørdust ein sigursrúsur, og tað var ovfarakæti í høllini.
Rómurin mundi ikki tikið nakran enda eftir dystin. Hákun varð valdur til dagsins leikara, og serliga var Rói Berg Hansen heiðraður, nú hann spældi sín seinasta landsdyst.
Rói hevur verið við frá byrjanini til ta nýggju tíðina í føroyskum landsliðshondbólti, fyrst á U21-landsliðnum, sum setti hol á hondbóltsævintýrið í HM-endaspælið í Algeria í 2017, og síðan millum annað við einum sera týðandi málið í seinasta minutti í víðakenda javnleikinum móti Noreg í Berlin.
Takk fyri hondbóltin Rói Berg Hansen, og takk fyri HM-endapælið dreingir. Vit síggjast í Týsklandi í januar.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
