Sera sterkt landslið úr Svartfjallalandi vitjar við Tjarnir í kvøld

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu í kvøld klokkan 19.00 fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla móti Svartfjallalandi ella Montenegro. Talan er veruliga um eitt sera sterkt landslið, sum vitjar í høllini við Tjarnir í kvøld.

Spælistílur

Montenegro roynir at stýra ferðini í álopsspælinum og verjir við einari sterkari sterkari 6-0-verju.

Undir leiðslu av Suzana Lazovic spælir Montenegro við minni ferð ein áður og størri tolsemi. Liðið byggir á sterka verju og effektivt álop, har einstaklingar fáa rúm at blóma.

Á vinstru bakki er Djurdina Jaukovic høvuðspersónur í álopinum, í greiða heimasigrinum móti Portugal fyri í vikuni skoraði hon 8 mál. Á strikuni er Tatjana Brnovic sera strek og vinnur nógv brotsskøst

Katarina Dzaferovic á høgra bakki og Matea Pletikosic á miðvølli skoraðu báðar 5 mál móti Portugal, og Dijana Trivic á vinstru veingi var eisini eyðsýnd við 6 málum.

Altíð við millum tey bestu

Montenegro gjørdist sjálvstøðugt í 2006 og hevur verið í øllum EM- og HM-endaspølum hjá kvinnum síðan 2010, og tær gjørdust evropameistarar í 2012. Í 2022 gjørdust tær nummar trý í EM.

Flestu leikararnir spæla við stórfelagnum, ŽRK Budućnost Podgorica, sum er einaráðani í bestu deildini í Montenegro, og er fastur partur av bólkaspælinum í Champions League.

ŽRK Budućnost Podgorica hevur verið meistari hvørt ár síðan 1992, fyrst eina ferð í Jogoslavia, so 14 ferðir í Serbia/Montenegro og so 18 ferðir í Montenegro.

Keldur: wikipedia.org, eurohandball.com, ihf.info, buducnostcg.me og rscg.me