Meistaradeildin menn
NSÍ – KÍ 0-0 (0-0)
Tað var lagt upp til oddabrak við Løkin í kvøld, tá ið oddaliðið NSÍ tók móti KÍ á øðrum plássi.
Men tað kom ongantíð lív í dystin, og tað sá veruliga út, sum liðini vóru farin í summarfrí.
KÍ hevði bóltin mest men skapt millum lítið og einki, og NSÍ tyktust væl nøgdir við ein javnleik, sum heilt teimum trý stig fremst í Meistaradeildini, nú farið verður í summarfrí í nakrar vikur.
Móti endanum á dystinum kom veruliga øði í grindina, og serliga leikararnir hjá KÍ tyktust ónøgdir.
Ein teirra var landsliðsleikarin Hallur Hansson, sum fyrst fekk gult kort fyri eina ljóta takkling, og síðan inni í longdu leiktíðini beinleiðis reytt fyri at sparka eftir einum mótleikara.
Nú hevði NSÍ nakrar minuttir at taka sigurin, men teir høvdu eisini hug at berjast, og Filip Drinic fór við einari ógvusligar kroppstakkling inn í ein NSÍ’arar, og so var hann eisini rikin av vølli.

