
Ofta liva dystir ikki upp til stórar vónir frammanundan. Men tað gjørdi kvøldsins hálvfinala í Champions League millum Paris SG og Bayern München, sum var við fullari ferð og fótbólti á hægsta stigi frá byrjan til enda.
Harry Kane legði Bayern fram um við brotssparki, áðenn Khvicha Kvaratskhelia javnaði og João Neves legði PSG fram um.
Beint fyri hálvleik javnaði Michael Olise fyri Bayern, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk PSG eitt ivasamt brotsspark, sum Ousmane Dembélé sendi í málið til hálvleiksstøðuna 3-2.
Framúr álopsspælið helt fram í seinna hálvleiki, og áðrenn korterið var spælt høvdu Kvaratskhelia og Dembélé gjørt tað til 5-2 til heimaliðið.
Fótbóltsframførslan helt fram, og tað gekk ikki long tíð, so minkaði Dayot Upamecano til 5-3, tá ið hann skallaði bóltin í málið.
Løtu seinni skoraði Luis Diaz eitt framúrskarandi mál, tá ið hann tamdi ein bólt inn um verjuna frá Harry Kane, legði bóltin til rættis og sendi bóltin í málið til 5-4.
Bayern royndi at fáa javnandi málið, men PSG var nær við at økja, tá ið eitt skor rakti málrammuna. Og beint áðrenn seinasta bríkst bjargaði PSG á strikuni eftir hornaspark.
Fótbóltsheimurin gleðir seg longu til seinnu hálvfinaluna í Bayern mikudagin í næstu viku.
