Aalborg gjørdist ein ov stórur biti hjá GOG og Óla Mittún, tá liðini hittust í steypahálvfinaluni í Jyske Bank Boxen.
GOG hekk væl í eina góða løtu, og fimm minuttir fyri steðgin var javnt 13-13.
Men so tók Aalborg yvir, og við stórum avriki frá Niklas Landin og Sander Sagosen var 17-14 í steðginum.
Óli Mittún skoraði fýra mál, vann tvey brotskøst og legði upp til tvey mál.
Eftir steðgin fór Aalborg av álvara frá, og dysturin endaði 35-29.
GOG spælir bronusdyst í morgin.

