GOG spældi í kvøld í Champions League móti ongum minni enn Magdeburg, sum vann kappingina seinsta kappingarár.
Óli Mittún spældi í álopinum. Hann stýrdi spælinum væl og skoraði trý mál. Tað var eisini nokk til at fylgja við týska stórfelagnum allan fyrra hálvleik.
16-16 stóð tveir minuttir fyri steðgin og GOG hevði bóltin,. Men kortini var tað Magdeburg, sum skoraði tvey mál afturat og førdi 18-16 í steðginum.
Í seinna hálvleiki økti Magdeburg beinanvegin og GOG kom ongantíð inn i dystin aftur. Endin var, at Magdeburg vann 39-30.
Óli sat á beinkinum seinasta part av dystinum.
Magdeburg hevur fult stigatal í bóllki B, meðan GOG hevur tvey stig fyri fýra dystir.

