Óli Mittún, sum gjørdist skaddur í dysti mót Aalborg herfyri, var aftur á vøllinum í kvøld, tá ið GOG í Champions League vann 31-28 á útivølli móti RK Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia.
Óli byrjaði ikki á vøllinum, og GOG var aftanfyri meginpartin av fyrr hálvleiki.
Tað eydnaðist kortini hjá GOG at koma upp á javnt 14-14 í stegðinum, og í seinna hálvleiki dróg danska liðið beinanvegin frá og helt seg framman fyri allan dystin.
Óli skoraði fýra mál, øll í seinna hálvleiki.

