U21-menninir í fótbólt høvdu týðiliga lært av 6-0 avsmurninginum móti Frakland í Klaksvík herfyri.
Føroyar stóðu nevniliga sera væl móti komandi fronsku heimsstjørnunum og hildu teimum frá teimum stóru møguleikunum, hóast bólturin einaferð tók í yvirleggjaran.
Føroyar vóru bert hendingaferð framman fyri miðjuna, og ta einu ferðina eydnaðist Jógvani Gullfoss at lirka bóltin frá Manchester United-leikarunum, Leny Yoro, og leggja bóltin inn til Mattias Hellisdal, sum helst átti at rakt málið, men tíverri fór bólturin upp um.
Sum gongdin var í dystinum, bendi nógv á, at Føroyar kundu koma til hálvleiks við 0-0. Men so broytti dómarin dystin, tá ið hann dømdi eitt sera bíligt brotsspark, tá ið bólturin úr sera stuttari frástøðu heilt afturi við baklinjuna, varð sparkaður upp í armin á einum føroyskum verjuleikara, um bólturin í heila tikið rakta armin.
Hóast tað neyvan hevði hjálpt nakað, so mótmæltu føroysku leikararnir merkiliga lítið, tí í hesum føri hevði tað sømt at givið dómaranum ein ordiliga skolu.
Mathys Tel úr Tottenham sendi brotsparkið trygt í málið.
Seinni hálvleikur helt fram á sama hátt. Frakland hevði bóltin alla tíðina, og Føroyar vardu sera sannførandi, so at “Les Bleus” ikki komu til annað enn vandamiklar støður.
Tá ið dysturin leið móti endanum satsaðu Føroyar eitt sindur meira, og tað varð til eitt fríspark og eitt hornaspark, sum vóru send inn fyri málið, og í tí seinna førinum var sera nær við, at júst innskifti, Thomas Bjørn Mezian, skallaði bóltin í máið, men hann smeyg sær fram við stongini.

