H71 skrivar á Facebook, at menninir hjá felagnum taptu 36-28 í fyrra dystinum í European Cup móti RK Konjuh, sum er oddalið í bosnisku deildini.
Leikferðin var høg frá byrjan, og verjurnar vóru harðar. Hoyvíkingar spældu vertirnar tunnar í løtum, serliga við skjótum og ágangandi spæli. Brian Slyne og Jákup Egholm vóru eyðsýndir.
Villur darvaðu tó nógv, og Peter Krogh fekk reytt kort eftir seks minuttir. RK Konjuh tók eina leiðslu upp á 9-7 eftir fimtan minuttir.
H71 misti ferð og neyvleika, meðan vertirnir spældu við høgari ferð. Hálvleiksstøðan var 19-14.
Eftir steðgin byrjaðu hoyvíkingar illa og brúktu átta minuttir at skora. Tá ið annar hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 25-18.
Móti endanum funnu hoyvíkingar álopsstevið og skoraðu tíggju mál í síðsta fjórðinginum. Men RK Konjuh helt fast.
Endaliga úrslitið gjørdist 36-28. H71 skal vinna seinna dystin við minst átta málum fyri at koma víðari.

