Landsliðsmálverjin, Mattias Lamhauge, var aftur vøllin, eftir at hava verið á beinkinum í seinasta dysti.
Í kvøld stóð hann í málinum hjá Fredericia móti Vejle. Dysturin endaði 1-1.
Talan var um fimta dystin hjá Mattiasi í bestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Vejle kom á odda í 64. minutti við einum skoti frá Amin Chiakha.
Níggju minuttir seinni javnaði Oscar Buch fyri Fredericia eftir gott innlegg frá Patrick Egelund.
Fredericia hevur 11 stig eftir átta dystir og liggur nummar seks í bestu donsku deildini.

