Eftir at Kyndil vann fyrru hálvfinaluna við seks málum, megnaði Neistin ongantíð at skapa spenning um samlaða úrslitið í seinnu hálvfinaluni.
Kyndil skoraði trý tey fyrstu málini og hildu seg eftir tað frammanfyri allan dystin.
Í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 17-12,
Í seinna hálvleiki kom Neistin skjótt niður á tvey máls mun 19-17. Men eftir eitt leikbrá, fekk Kyndil tamarhald á støðuni aftur og økti skjótt munin.
Endin var, at Kyndil vann heili 36-26, og verður annað liðið í steypafinaluni leygardagin 21. februar.
Ovi Lützen skoraði 8 mál fyri Kyndil, og tað sama gjørdi Fríði Magnussen fyri Neistan.
Tað er nærum greitt, at H71 verður hitt liðið í finaluni, tí teir vunnu fyrru hálvfinaluna móti KÍF við 15 málum.
Mynd: Kyndil

