Menninir hjá Kyndli og KÍF spældu seg í kvøld í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum úr bólki 1.
Kyndil og StÍF spældu avgerandi dyst í høllini á Hálsi, og endin var, at Kyndil vann 33-28. Dysturin var leingi javnur, men seinasta korterið var Kyndil framman fyri og vann rímiliga greitt
Í Kollafirði hevði KÍF óvæntaðar stórar trupulleikar av at vinna móti næstbesta liðnum hjá Kyndli, sum fylgdi við heilt til 22-22, tá ið sjey minuttir vóru eftir. Endin var tó, at KÍF vann 27-26, og kom víðari.
Í bólki 1 høvdu H71 og Neistin longu spælt seg í hálvfinalurnar undan kvøldsins dystum.
H71 vann dystin um fyrsta plássið í bólkinum 32-25 móti Neistanum, og í hinum dystinum í bólkinum vann VÍF 27-22 móti Team Klaksvík eftir eina sera skuffandi steypakapping.
Í hálvfinalunum spæla H71 móti KÍF og Kyndil móti Neistanum.
