Knústi heimsmetið í hálvmarathon

Etiopiskei Yomif Kejelcha knústi sunnudagin heimsmetið á hálvmarathonteininum í Buenos Aires.

Hann rann við tíðini 56,51 minuttir og tók harvið metið frá Jacob Kiplimo, sum var 57,20. Sostatt er nýggja metið heili 29 sekund betri enn tað gamla.

Kejelcha hevur áður havt metið við 57,30, sum hann setti í Valencia í 2024.