KÍF styrk úr Íslandi og Klaksvík

KÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd av tveimum nýggjum leikarum.

Talan er um 20 ára gamla Benedikt Emil Aðalsteinsson úr Víkingi í íslendsku 1. deild, og 31 ára gamla Jens Paula Poulsen, sum eftir nógv ár í Team Klaksvík nú roynir aðrar leiðir.

KÍF skrivar, at hetta er týdningarmikið, nú Tórur Joensen, unga stjørnuskotið, má sita úti restina av kappingarárinum við krossbandsskaða.