KÍ var undan kappingini av teimum flestu mett sum stórfavorittur at endurvinna føroyameistaraheitið, og eftir fyrsta dysti vestri í Sørvági móti 07 Vestur mugu teir metast sum upp aftur størri favorittar. KÍ gjørdi ikki mætari enn at hølva 07 Vestur av 5-1.
Eitt gott korter var spælt, tá ið Filip Brattbakk legði klaksvíkingar fram um, og longu í 25. minutti avgjørdi Daniel Johansen dystin, tá ið hann sendi eitt langskot í málið, eftir hornasparksupplegg frá Árna Frederiksberg.
Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ skjótt av, og tá ið sjey minuttir vóru spældir, høvdu Patrik Johannesen við tveimum málum og Árni Frederiksberg lagt KÍ fram um 5-0.
Vágamenn pyntaðu um úrslitið, tá ið Jasper van der Heyden skoraði til 5-1.

