
Stórsteypadystur
KÍ – HB 1-0 (0-0)
Greipuvinnararnir úr KÍ vístu í Stórsteypadystinum móti HB, at teir eru klárir, nú landskappingin byrjar komandi vikuskiftið. KÍ vann dystin 1-0 við málið tíðliga í seinna hálvleiki.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik við fáum møguleikum, setti KÍ seg á spælið frá byrjan í seinna hálvleiki.
Tíggju minuttir eftir steðgin kom KÍ fram um við tí vanligu hornasparksuppskriftini. Árni Frederiksberg sendi hornaspark hart innfyri úr høgru síðu. Handaru megin handaru stong fekk Jákup Andreassen prikað bóltin innfyri málið aftur, og har beindi Filip Brattbakk bóltin í málið.
KÍ hevði løtuna eftir málið fleiri góðar royndi móti málinum hjá HB, meðan HB hevði torført við at skapa nakað fram eftir vøllinum. Frægastu royndirnar hjá HB komu eftir deybóltar, men veruligur vandi var ongantíð á ferð.
Seinasta korerið var tað tó HB, sum hevði bóltin mest. Men tað manglaði bit í álopinum. Teir royndu seg millum annað við longum innkøstum frá Bartali Wardum, men uttan úrslit.
KÍ helt tørn, og er Stórsteypavinnari 2026.
KÍ vísti, at teir eru robustir, duga at vinna dystir og mugu metast sum stórfavorittar at endurvinna meistaraheitið. Meðan HB enn ein vinardyst mátti málleyst av vøllinum, og má heim at finna uppskriftina at skora mál.
