Kekkia sendir venjaran til hús

Kekkiski venjarin, Ivan Hasek, yvirlivdi ikki 2-1 tapið móti Føroyum.

Idnes.cz skrivar, at fótbóltssambandið í Kekkia hevur nú sagt Hasek úr starvi. Hann vann bert 11 av 21 dystum, og megnaði ikki at vinna á liðum omanfyri Kekkia á styrkilistanum.

Dagin eftir bað landsliðslegendan og ítróttarstjórin hjá Kekkia Pavel Nedved um almenna umbering fyri kekkiska avrikið.

Eisini 5-1 tapið móti Kroatia í summar var svárt.

Starvsnevndin hevði kreppufund á flogvøllinum í Vágum, meðan kekkar vóru strandaðir í Føroyum av mjørka.

Ein fyribilsvenjari skal taka yvir til dystin móti Gibraltar í novembur. Pavel Nedved hevur fingið fulla heimild at velja nýggjan venjara, sum skal skriva undir fýra ára sáttmála.