Jana og Viborg til bólkaspælið í European League

Viborg tryggjaði sær pláss í bólkaspælinum í EHF European League eftir ein greiðan 39-30 sigur á Sävehof heima í Viborg. Fyrri dysturin endaði 31-31, og sostatt vann Viborg samlaðan 70-61 sigur.

Heimaliðið var á odda 19-16 í steðginum, og beinanvegin eftir steðgin skoraði Viborg fimm tey fyrstu málini. Tá støðan gjørdist 24-16, var spenningurin burtur úr dystinum.

Jana Mittún skoraði fýra mál og átti avgerandi leiklut í fleiri álopum hjá Viborg.

Næsti dystur hjá Viborg verður hálvfinalan í donsku steypakappingini móti Esbjerg 29. desembur.

Jana Mittún fer nú at hugsavna seg um fyrstu føroysku luttøkuna í einum HM-endaspæli nakrantíð.