Jana og Viborg taptu hálvfinaluna í Europa League

Viborg við Janu Mittún á liðnum fingu ongantíð álopsspælið at flóta, og vóru aftanfyri meginpartin av dystinum móti Thüringer úr Týsklandi í hálvfinaluni í Final Four í Europa League.

Munurin var tó ongantíð stórur, og stutt fyri tíð var javnleikur 24-24. Men týska liðið skoraði tvey mál seinastu løtuna.

Jana skoraði fýra mál upp á átta royndir og legði upp til eitt mál.

Nú skulu Viborg og Jana spæla um bronsuna í morgin.