Jana í heimsflokki tryggjaði kvinnunum eitt frálíkt stig

HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Serbia – Føroyar 31-31 (16-14)

Føroyar byrjaði dystin væl. Jana Mittún var flúgvandi, og vit vóru eitt mál frammanfyri annaðhvørt álop fram til 4-3.

So skoraði Serbia trý mál á rað, millum annað tí, at vit mistu nakrar bóltar. Hesin munurin skuldi vísa vísa seg at halda hálvleikin út.

Í verjuni høvdu Føroyar stórar trupulleikar at stegða teirra høgru síðu, har bakkurin, Andela Janjusevic og serliga vongurin, Katarina Krpez Slezak, skoraðu nógv mál.

Tað hjálpti hjá Føroyum, at Annika Fríheim Petersen kom inn í málið og tók nøkur skot og fleiri ferðir komu vit niður á eitt mál.

Í álopinum var ikki ordiligt flog yvir spælinum. Tað var eitt sindur trilvandi og óneyvt, men Jana Mittún helt fram við stórspælinum, og á strikuni fann hon væl Pernille Brandenburg, sum var eins drúgv sum vanligt.

Hinvegin vóru seinastu bóltarnir út á veingin ofta vánaligir, og eitt skjótálop vísti okkum enn einaferð , at rennibanarnir í skjótálopunum ikki eru nóg væl lagdir til rættis, og endaði við einum tekniskum feili. Harafturat brendu vit tvey av trimum brotskøstum, og brendu brotskøstini halda fram at vera ein av afturvendandi trupulleikunum á liðnum.

Í hálvleikinum var støðan 16-14 til Serbia, og als einki var avgjørt.


Okkara røsku kvinnur byrjaðu væl í seinna hálvleiki, og vit jagstarðu javnleikin tey fyrstu álopini.

Framhaldandi gjørdu tit tó býttar feilir í avgerandi støðum, og Serbia helt seg eitt tvey mál frammanfyri.

Føroyar hingu tó í, og tveimum støðum, tá ið nógv stóð á hjá okkum, var hegni og hepni við okkum, tá ið fyrst Súna Krossteig Hansen sendi eitt frálíkt undirhondskot inn við handaru stong, og so bjargaði Annika einum púra leysum skoti, hjá teirra vanliga sera tryggja strikuspælara.

Tað vóru serliga Maria Pálsdóttir Nólsoy og Súna, sum veruliga spældu væl hesa løtuna. Tað gjørdi mun, og tá ið 43 minuttir vóru spældir javnaði Jana til 23-23.

Álopið eftir fekk Teodora Velicković reytt kort fyri ríva í armin á Súnu, sum tíbetur var skjót aftur á vøllin eftir hørðu takklingina. Penille sendi brotskastið í málið, og so var 24-23 til Føroyar.

Nú fylgdust liðini í nakrar minuttir, áðrenn Føroyar aftur dróg frá, og við tveimum málum av høgra veingi legði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen Føroyar fram um 28-26.

Átta minuttir vóru eftir og høllin kókaði, tí teir týsku áskoðararnir, sum komu í høllini at síggja Týskland í dystinum aftaná allir, hildu við Føroyum.

Pernille brendi tíverri, tá ið hon hevði møguleikan at leggja okkum fram um við trimum málum. Álopið aftaná brendi Maria Pálsdóttir Nólsoy, og so javnaði sera sterki strikuleikarin, Jovana Skrobic til 28-28. Serbia hevði eisini møguleika at koma fram um, men langskotið fór tíbetur upp um.

Í staðin var tað Pernille, sum legði Føroyar fram um við brotskasti, tá ið Jana Mittún var feld, og Skrobic fekk tveir minuttir.

Vit tóku ikki av møguleikunum at koma fram um, og í staðin kom Serbia fram um 31-30.

Alt bendi á, at nógvu brendu møguleikararnar seinastu minuttirnar fóru at kosta dystin.

Men tá ið Jovović við fáum sekundum eftir púra leys skuldi avgera dystin, drálaði hon og vísti síðan ósportligan atburð. Tað mettu dómararnir var nokk til brotskast og tveir minuttir.

Jana Mittún, sum spældi ein dyst í avgjørdum heimsflokki, tók ábyrgdina, og buldraði brotskastið í málið til úrslitið 31-31. Hetta var tígginda málið hjá Janu, sum spældi sín besta landsdyst nakrantíð.

Ein frálíkur javnleikur, sum staðfestir, at okkara hondbóltskvinnur nú megna at spæla hondbólt á rættiliga høgum altjóða stigi og viðhvørt í heimsflokki.

Møguleikan at koma í fjórðingsfinaluna tykist farin, men halt kipp, sum hesar kvinnurnar er raskar.

Vit gleða okkum til seinasta dystin móti Íslandi leygarkvøldið.

Dysturin á ihf.com


HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Serbia – Føroyar 31-31 (16-14)

  • Jana Mittún – 10/11 (91%)
  • Pernille Brandenborg – 6/10 (60%)
  • Súna Hansen – 5/7 (71%)
  • Maria Nólsoy – 4/6 (67%)
  • Liv Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 4/6 (67%)
  • Elsa Egholm – 1/1 (100%)
  • Anna Elisabeth Weyhe – 1/2 (50%)
  • Marianna Eystberg – 0/1 (0%)
  • Rannvá Olsen – 0/1 (0%)
  • Lív Zachariasen – 0/0
  • Karin Egholm – 0/0
  • Vár Zachariasen – 0/0
  • Marita Mortensen – 0/0
  • Bjarta Johansen – 0/0
  • Rakul Wardum (má) – 0/0 3/18 17%
  • Annika Fridheim Petersen (má) – 0/0 3/18 17%

HM-Meginbólkur 2

(Dystirnir Svartfjallaland – Týskland og Ísland – Spania eru seinni í dag)

DVJT++/-Stig
Týskland33009971+286
Serbia4211109117−85
Svartfjallaland32019485+94
Føroyar4112111124−133
Spania31028584+12
Ísland30037895−170