Jana dagsins leikari – Viborg spældi seg víðari í Europa League

Jana Mittún og Viborg vunnu í dag 32-26 á útivølli móti pólska liðnum Zagłębie Lubin í bólki D í Europa League. Harvið tryggjaði Viborg sær pláss í fjórðingsfinalunum.

Tað gekk heldur striltið hjá Viborg fyri steðgin og í hálvleikinum var 17-15 til heimaliðið. Men eftir steðgin kom Viborg skjótt upp á javnt og avgjørdi dystin seinasta korterið.

Jana var eftir dystinum vald til dagsins leikara. Hon stýrdi spælinum hjá Viborg meistarliga og skoraði fimm mál.