NSÍ og B68 vunnu í dag greitt í 22. umfari í Betri deildini.
Við Løkin í Runavík vann NSÍ 3-0 á TB. Aron Knudsen legði NSÍ á odda í 49. minutti. Klæmint Olsen økti til 2-0 í 54. minutti. Emil Weihe Joensen sló sigurin fastan í 86. minutti. Brandur Olsen legði upp til tvey mál.
Við sigrinum fór NSÍ tvey stig fram um HB, og er nú einsamalt á øðrum plássi.
Í Hólmanum á Eiði vann B68 2-0 á EB/Streymi í fyrsta dystinum við Fróða Benjaminsen sum venjara.
Fyrra málið skoraði Patrick Mensah í 48. minutti, og tað seinna skoraði Sebastian Lau Nielsen í 76. minutti.
Um tað ikki var greitt áðrenn, so eru tað nú púra greitt, at B68 er leyst av niðurflyting, og teir kappast nú í staðin við EB/Streym um sætta plássið.

