Hugleiðing: H71 rennur undan og hini aftaná

Hugleiðing um føroyskan hondbólt eftir stóra steypafinaluvikuskiftið í høllini við Tjarnir, har H71 staðfesti, at felagið framvegis er flaggskipið í føroyskum hondbólti.


Føroyskur hondbóltur hevur seinnu árini riðið á einum alduryggi, og øll tjóðin hevur verið á øðrum enda av góðu úrslitunum hjá mans- og kvinnulandsliðunum.

Mong føgur lýsingarorð eru søgd um okkara hondbóltshetjur, og tað stóra góða arbeiði í hondbóltssambandinum.

Men alt byrjaði í hondbóltsfelagnum H71 upp í Hoyvík fyri skjótt mongum árum síðan.

Felagið legði nýtt støðið fyri hondbóltsspælið í Føroyum. Hoyvíkingar vandu meira, fóru longri fram at verja, spældu skjótari, settu fleiri ungdómsvenjarar og menti seg á øllum økjum.

Tey stóru siðbundnu feløgini vóru meira ella minni irriterað inn á hetta framfýsna felagið, sum vann alsamt fleiri meistaraheitið í øllum aldursbólkum.

Flestu feløgini ásannaðu kortini skjótt, at best var at bretta upp ermar og taka kappingina upp við nýggja flaggskipið í føroyskum hondbólti.

Síðan er eitt rimmar arbeiði gjørt í flestu hondbóltsfeløgum, og góðskan í føroyskum hondbólti er farin til himmals.

Kortini er tað framvegis H71, sum rennur undan hinum, og enn er eingin sum skalar hoyvíkingar, sum eisini eiga bulin og meira enn tað á bæði kvinnu- og manslansliðnum.

Vit fingu sjón fyri søgn í høllini við Tjarnir í stóra steypafinaluvikuskiftinum, sum júst er farið framvið.

H71 var í øllum A-finalunum uttan einari. Felagið vann allar finalurnar hjá dreingjum og monnum, umframt tríggjar hjá gentunum.

So enn skalar eingin H71.

Tað er tó eingin ivi um, at støðið sum heild er hækkað í øllum feløgum. Í fleiri árgangum fekk H71 skarpan gang í finalunum, og góðskan í hondbóltsspælinum hjá børnum og vaksnum er farin fram við fleiri ljósárum.

Serliga var hugaligt at síggja, at tann sokallaða breiddin er størri enn nakrantíð, og at góðskan á eykaleikarunum nærum er eins góð, sum hjá stjørnunum.

Munurin á hondbóltsførleikunum hjá gentum og dreingum tykist eisini minkandi, samanborið við fyri nøkrum heilt fáum árum síðan, og tað er gleðiligt.

Tað er eisini at fegnast um, at venjarar tora at brúka eykaleikarar í nógv størri mun enn áður. Tí uttan breiddina, so verður torført at flyta føroyskan hondbólt upp aftur longri fram á leið.

Heldur menningin úti í feløgunum fram, so sær framtíðin ljós út fyri føroyskan hondbólt.

Og vónandi megnar onkur at bjóða H71 upp til dans komandi árini.