HB bjóðar av um plássini í Evropa

Við 4-1 sigri í Sørvági, bjóðar HB nú B36 og Víkingi av í stríðnum um plássini í Evropa. HB hevur nú tvey stig upp til Víking og trý til B36.

HB var nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, og dysturin var ikki meira enn sjey ára gamal, tá ið Mathias Voss rakk seg leysan í høgru síðu, legði inn í føturnar á Jákup Thomsen, og áleyparin setti bóltin í málið.

Uppskriftin var akkurát tann sama, tá ið hálvur tímar var spældur, og so var 2-0.

Og tveir minuttir seinni skoraði Mathias Voss sjálvur, tá ið hann rak gjøgnum, og gjørdi tað til 3-0.

07 Vestur kom longri fram á vøllin í seinna hálvleiki. Men kortini var einki, sum bendi á, at nakað lív kundi koma í dystin aftur.

Tá ið 70 minuttir fekk 07 Vestur tó bóltin í málið. HB-verjan klossaði, tá ið teir skuldu sparka burtur, og bólturin fall fyri føturnar á Jonathan Flensborg, og so livdi vónin hjá vágamonnum.

HB, sum bara hevur hildið “nullið” tríggjar ferðir hetta kappingarárið, fall nú fullkomiliga í fátt, og 07 legði eitt ávíst trýst á málið hjá HB.

Tá ið 07 so valdi at satsa ordiliga, fór HB tó í álop og skoraði. Innskifti Ebiye Moses spældi til somuleiðis innskifta Amidou Diop, og so var alt avgjørt.

Tá ið dómarin Alex Troleis floytaði av, var tað samstundis seinastu ferð royndi dómarin floytaði í bestu deildini.

Dysturin á dystir.fo

Stigatalvan á dystir.fo