U21-manslandsliðið EM-undanbólkur C
Luksemborg – Føroyar 0-1 (0-1)
U21 menninir í fótbóltii hava framvegis fult stigatal eftir tríggjar dystir í EM-undankappingini.
Í kvølld vunnu teir ein flottan sigur í Luksemborg, sum undan dystinum var mett at vera favorittur, tí teir hava mannað liðið við spælarum úr fleiri londum.
Eftir hart trýst frá Luksemborg fyrstu løtuna, fóru Føroyar í eitt av sínum fyrstu álopum í 26. minutti, og endin var, at David Reynheim setti høvdið á eitt innlegg frá Heina Sørensen, og so var mál til Føroyar.
Luksemborg hevði bóltin nógv mest í dystinum, og átta minuttir fyri tíð fingu teir eitt brotsspark, sum var torført at fáa eyga á, men dómarin segði, at bólturin kom í hondina á onkrum føroyingi.
Málverjin, Hans Jákup Arngrímsson, gjørdi ikki mætari enn at bjarga brotssparkinum, og harvið gjørdist hann dagstins maður.
U21-manslandsliðið EM-undanbólkur C
Luksemborg – Føroyar 0-1 (0-1)
0-1 David Reynheim (26. min)
Byrjanaruppstilling:
Hans Jákup Arngrímsson – Ejvind Mouritsen, Jákup Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson, Hanus Højgaard, Árni Nóa Atlason, Mattias Hellisdal (74. Dávid Andreasen), Heini Sørensen, Áki Samuelsen, Dávid Reynheim (74. Tobias Hansen)
Útskiftarar:
Rasmus Olsen (má), Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Tokil Holm, Jógvan Gullfoss, Aron Reinert Hansen
Stigatalva EM- undanbólkur C
| S | V | J | T | M | Í | M+/- | St | ||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | Føroyar | 3 | 3 | 0 | 0 | 5 | 2 | +3 | 9 |
| 2 | Sveis | 3 | 1 | 0 | 2 | 4 | 4 | 0 | 3 |
| 3 | Ísland | 2 | 0 | 1 | 1 | 2 | 3 | -1 | 1 |
| 4 | Estland | 3 | 0 | 1 | 2 | 2 | 5 | -3 | 1 |
| 5 | Frakland | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
| 6 | Luksemborg | 1 | 0 | 0 | 1 | 1 | 2 | -1 | 0 |

