
Ultrarennarin, Hallur Holm úr Bragdinum, kom í dag klokkan 12 á mál eftir at hava runnið 329,7 kilometrar í 48 tímar í Viadal Ultra í Skåne í Svøríki.
Hallur vann kappingina, og rann heilar 38 kilometrar meira enn nummar tvey. Hann tók eisini sítt persónliga met, sum frammanundan var 268 kilometrar. Hann kláraði eisini at renna longri enn tær magisku 200 ensku mílirnar.
Í kappingini ræður um at renna so langt sum møguligt upp á 48 tímar á eini knapt 700 metra langari grúsbreyt. Hallur rann 489 umgangir hesi bæði samdøgrini.
Unnustan hjá Halli, Elisabeth Larsen, gavst eftir 94 kilometrar, og var síðan á síðulinjuni sum hjálpari og viðhaldsfólk hjá Halli.
Á Facebook eru aðrir rennarar hugtiknir av avrikinum hjá Halli, og skriva millum annað “okkara føroyski supermann”, “ótrúligt avrik”, “ein sonn fyrimynd” og “tú ert eitt satt beist”.

