Hákun og Füchse taptu dystin beinanvegin

Týsku meistararnir Füchse Berlin við Hákun West av Teigum eru ikki ordiliga komnir í gongd higartil hetta kappingarárið, og í dag taptu teir 34-29 úti móti VfL Gummersbach.

Heimaliðið kom fram um 8-2, og Füchse kláraði ongantíð at fáa spenning í dystin.

Hákun skoraði upp á allar tríggjar skotroyndirnar.

Füchse hevur bara vunnið tveir av fýra teimum fyrstu dystunum, og tá ið Bundesligan er ein vanliga kapping, uttan finalur og annað, so telur hvørt einasta tapt stig.