Hákun West av Teigum brendi sum tann einasti hjá Füchse Beinlin í brotskastkappingini, men tað eyndaðist kortini Füchse at vinna brotskastskappingina móti Veszprém úr Ungarn og harvið spæla seg til Final Four í Champions League.
Dysturin endaði 31-30 í Berlin, og samanlagt stóð á 65-65, Füchse vann sær góða leiðslu í fyrra hálvleiki, men Veszprém kom aftur í aftur og í steðginum var 16-14 til Füchse..
Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, men Füchse var alla tíðina framman fyri. Fýra minuttir fyri tíð javnaði Veszprém, Men Füchse megnaði at vinna 31-30, og harvið fáa brotskastskapping.
Hákun skoraði tvey mál í vanligu leiktíðini.
Final Four verður í Lanxess Arena í Köln í juni.
