H71 vísti VÍF hvar skápið skal standa

Burndeildin menn, onnur hálvfinala
H71 – VÍF 35-27 (18-12)

Meðan VÍF í fyrstu hálvfinalunum sett ferðina fyrst í dystinum, so var tað H71, sum frá byrjan setti ferð á í seinnu hálvfinaluni í høllini í Hoyvík í gjárkvøldið.

Spælararnir hjá H71 sóu heilt einfalt meira klárir út, komu fram um beinanvegin og áttu allan dystin sum hann var.

VÍF hinvegin byrjaði av einari ella aðrar løgnari orsøk við lítlari ferð á álopsspælinum, og tá ið teir harafturat eisini høvdu trupult við at koma skjótt upp á pláss í verjuni, so fekk H71 eisini nógv løtt mál upp á skjót mótálop.

Ein onnur orsøk til, at H71 stóð seg betri í gjárkvøldið, var, at Føroya besti verjuleikari, Peter Krogh, var aftur í miðverjuni, og saman við hinum verjuleikarunum syrgdi hann fyri, at verjan nærum var stongd mitt fyri.

Aftanfyri verjuni hjá hoyvíkingum, stóð ungi, Micah Wardum Ragnarsson, sera væl fyrst í dystinum, og hann átti so avgjørt sín lut í, at H71 legði seg avgerandi fram um beinanvegin.

Hesin ungi málverjin kann væl hugsast at gerast ein framtíðar landsliðsmálverji, tí umframt at hava góð evnir sum málverji, so sær hann eisini út til at hava nakað av tí ørskapinum, sum ofta eyðkennir teir heilt góðu málverjarnar.

Tá ið umleið tíggju minuttir vóru spældir, kom H71 fram um við fýra málum, og hóast VÍF í einum tveimum umførum, einaferð í fyrra hálvleiki og einafer í seinna, fekk eitt sindur av momentum, so var tað H71 sum økti spakuliga gjøgnum allan dystin.

H71 vísti vestmenningum hvar skápið skal standa. Í steðginum førdi H71 18-12, og tá ið seinasta bríksl ljóðaði, stóð 35-27 á máltalvuni.

Breiddin hjá H71 kom væl til sjóndar í hesum dystinum, og málini vóru væl deild millum nógvar leikarar.

Blaðungi Bóas á Skipagøtu, skoraði kanska ikki so nógv mál í dag. Men hinvegin, so vísti hann seg sum ein framúr góður spældeilari. Yngsti bróðurin á Skipagøtu vísti aftur í dag, at hann kann gersast ein veruligur fongur fyri føroyskan hondbólt.

Aðrir, sum spældu væl, vóru Jákup Egholm, Brian Slyne, Rókur Ziskason, Sakaris Sakarison og Helgi Hoydal, sum upp á allar mátar er eitt bindilið á krútsterka liðnum hjá H71.

VÍF kom ongantíð í nakra rútmu í hesum dystinum. Ferðin var, sum nevnt ov lág, og var tað ikki fyri tey 11 málini hjá kanónskjúttanum, Filipi Jojic, so kundi staðið enn verri til.

Móti endanum av dystinum sóu vit ungar leikarar hjá báðum liðum fáa møguleikan, og tað er lætt at síggja, at fleiri spennandi leikarar eru á veg.

H71 og VÍF hava nú vunnið hvør sína hálvfinalu, og mikukvøldið verður alt avgjørt í triðju hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini.

Eftir avrikið í kvøld er einki at ivast í, at H71 er stórfavorittur. Hoyvíkingar hava heilt einfalt betri leikarar enn VÍF, og vestmenningar mugu verður nógv neyvari og meira klárir frá byrjan, um teir skulu geva sær sjálvum nakran sum helst møguleika mikukvøldið.

Dysturin mikukvøldið er klokkan 19.00.

Dómaraseðil á hsf.fo