H71 vann eisini fyrsta dystin í mansdeildini

Menninir hjá H71 vunnu fyrsta dystin í hondbóltslandskappingini hjá monnum hetta kappingarárið.

Í høllini á Skála vunnu hoyvíkingar 32-27 móti StÍF, eftir hálvleiksstøðuna 17-15.

Hjá H71 eru nakrir nýggir ungir leikarar við í ár, og eisini Niklas Højgaard aftur at síggja á strikuni og ikki minst í verjuni. Uttanfyri sótu leikarar sum Helgi Hoydal og Peter Krogh, so H71 er aftur væl mannað í ár.

Hjá StÍF er liðið nøkulunda tað sama sum í fjør, men tveir ungir hoyvíkinar eru á liðnum. Talan er um Jón Eyðunsson Midjord og Jógvan Andreas Lamhauge.

Dysturin var spennandi í 40 minuttir, áðrenn H71 fór nøkur mál fram um.

Fyri StÍF skoraði Pauli Rasmussen heili 12 mál, meðan Høgni Heinason skoraði 8 ferðir fyri H71.

Dómaraseðilin sæst á hsf.fo