EHF European Cup
H71 – Fortes Venlo 35-35 (15-12) (eftir umdyst 39-40)
Kvinnurnar hjá H71 førdu allan dystin uttan, tá ið dómararnir floytaðu av.
Við seinasta kastinum í ordiliga dystinum, einum brotskasti, javnaði Fortes Venlo, og tað eydnaðist eisini niðurlendsku gestunum at vinnna 40-39 eftir umdyst.
Eftir at niðurlendska liðið ikki lendi í Vágum fyrr enn í morgun, varð avgjørt, at bara ein dystur skuldi spælast, og at føroysku dómararnir, Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juel Thomsen, skuldu døma.
H71 kom betri frá byrjan. Maria Beder í málinum hevði nakrar framúr góðar bjargingar, og H71 við systrum Veyhe á odda komu fram um við trimum fýra málum, ein munur sum helt sær allan dystin. Eisini stóð verjan sera væl fyrstu løtuna.
H71 var betra liðið fyri steðgin. Gestirnir spældu skjótt, men gjørdu nógvar feilir.
Tíverri tyktist ein av niðurlendsku leikarunum at fáa ein álvarsaman knæskaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hóast hetta var leikarin, sum var snúningspuntkið hjá Fortes Venlo, so fingu tær betri glið á eftir keðiliga skaðan.
Fortes Venlo helt ferðina allan seinna hálvleik. Tær minkaðu nakrar ferðir munin niður á tvey mál, men H71 svaraði aftur.
Gestirnir royndu seg við at mansverjan Mariu Veyhe. Men so fór H71 at spæla 7 móti 6, og so eydnaðist lættliga at spæla seg gjøgnum verjuna hjá teimum, og serliga Karin Egholm skoraði nógv mál av høgra veingi.
Best sum H71 tyktist at hava riðið stormin av sær. Eydnaðist kortini Fortes Venlo at koma aftur i aftur og at javna í seinastu løtu.
Niðurlensku gestirnir sóu út til at orka eitt vet betri enn H71, og tær høvdu eitt sindur fleiri streingir at spæla upp á í baktketuni. Tað gjørdi tann lítla munin, sum var í umdystinum, og H71 tapti móti einum góðum hondbóltsliði. Men tað var nú óluksláligt at tað ikki eydnaðist at vinna, tá ið tað var so nær við.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF






