Føroyameistararnir úr H71 høvdu ikki stórvegis trupulleikar at vinna móti StÍF í fyrsta dystinum í landskappingini í kvinnuhondbólti í høllini á Skála í dag.
Leikarar, sum Elsa Egholm Brynhild Pálsdóttir og Rúna Larsen eru ikki við H71 í ár. Men H71 hevur sum altíð nógvar yngri leikarar at seta við, og soleiðis er aftur í ár.
Hjá StÍF er eisini broytingar, og serliga er saknur í Josefine Dyring, ið var berandi leikarin á liðnum seinasta kappingarár.
H71 kom beinanvegin fram um, og førdi 17-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki bara vaks munurin, og endin varð, at H71 vann 37-20.
Fyri StíF skoraði Malene Madsen 5 mál, og hjá H71 vóru Rakul Christiansen og Elida Joensen toppskjúttar við 7 málum hvør.

