H71 eru steypavinnari eftir eina hondbótsframførslu á sera høgum støði

Faxe Kondi Steypafinala, menn
Kyndil – H71 28-37 (14-20)

H71 er steypavinnari í manshondbólti 2026, eftir eina hondbóltsframførslu á høgu støði.

Við skjótum og tekniskt góðum álopsspælið, og góðum verjuspæli settu teir veruliga føroyameistararnar úr Kyndli upp á pláss og vunnu 27-28.

Kyndil gjørdi alt, teir kundu. Men tað var bara ikki nokk , og í løtuni er torført at síggja, hvør skal vinna á H71 hetta kappingarárið.

Kyndil fylgdi við til 3-3, og hóast Peter Krogh fekk reytt kort beinanvegin í dystinum, so megnaði H71 at halda verjuna so tætta, at Kyndil mátti stríðast nógv fyri at koma til møguleikar.

Tá ið teir so einaferð komu ígjøgnum, stóð Tóraldur Kollsker í málinum hjá H71 ofta fyri, og hann var ein av orsøkunum til, at H71 kom nøkur mál fram um.

Í hinum endanum hevði H71 munandi lættari við at koma til møguleikar. Brian Slyne var ein støðug hóttan frá byrjan, og annars komu málini av øllum plássum. Vanliga sterka Kyndilsverjan hevði stórar trupulleikar, og var tað ikki fyri nakrar bjargingar frá Jan Pauli Toft Johannesen, so stóð verri til.

Kyndil stríddist við at vera verandi í dystinum. Men teir kláraðu ikki at halda sambandi, og í hálvleikinum var 20-14 til hoyvíkingar.


Kyndil skoraði fyrsta málið eftir steðgin, og so tók H71 yvir aftur. Tað var heilt einfalt einki at gera hjá Kyndli, hvørki í verju ella álopi.

H71 er so mikið sterkt, at tað als ikki gjørdi mun, um teir skiftu út. Ungu leikararnir eru hvør betri enn annar, og millum annað hevur H71 tríggjar góðar málverjar.

Harafturat eru leikarar, sum hava spælt á høgum stigi í útlondunum, komnir heim aftur, og tað ger liðið bæði sterkari og royndari.

Her má ein leikari, sum Helgi Hildarson Hoydal nevnast. Við sínum mongu royndum stýrir hann H71-verjuni meistarliga, og hann er bara við at vera á vøllinum ein savnandi megi á liðnum hjá H71.

Finalan gjørdist so ójøvn, at seinasti parturin av henni, var lítið hugaverd, og fólk sótu líka nógv og smáprátaðu, sum at hyggja eftir hondbólti.

H71 setti prikkin yvir i-ið, tá ið teir settu blaðunga, 16 ára gamla Jónas Fossabrúgv inn á vøllin. Hann er enn eitt av seru evnaríku leikarunum, sum er fostraður í Hoyvíkshøllini.

Hann gjørdi ikki mætarin enn at vinna eitt brotskast beinanvegin. Men tíverri brendi hann. Løtu seinni fekk hann enn ein møguleika við brotskasti, og skoraði seinasta málið í finaluni, sum endaði 37-28 til H71.

Hjartaliga til lukku H71

Dómaraseðilin á hsf.fo