Oyggjalandið, Kabo Verdi, ella Grønhøvdaoyggjar, sum tað plagdi at eita á føroyskum, hevur spælt seg til HM-endaspælið.
Oyggjalandi við 600.000 íbúgvum, sum liggur í Atlantshavinum út fyri Afrika, vann bólk D í afrikansku HM-undankappingini eftir 3–0 sigur móti Eswatini.
Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Kabo Verdi spælir seg til HM-endaspælið.
Kabo Verdi verður næstminsta landið nakrantíð í einum HM-endaspæli. Bara Ísland hevur verið minni.
Í hópinum eru leikarar føddir í millum annað Niðurlondum, Portugal og Fraklandi.
Kabo Verdi er fyrrverandi koloni hjá Portugal, og gjørdist sjálvstøðugt í 1975.
Kendasti fótbóltsleikarin nakrantíð frá Kabo Verdi, er Nani, sum spældi við Manchester United og fyri portugisiska landsliðið.
