Tottenham-spælarin Djed Spence skrivaði søgu í gjárkvøldi, tá ið hann gjørdist fyrsti muslimur nakrantíð, sum hevur spælt á enska landsliðnum í fótbólti.
Spence kom inn í 5-0 sigrinum móti Serbia í HM-undankappingini.
Muslimska umhvørvið í Bretlandi kallar hetta ein merkisdag.
– Hann spælir ikki bert fyri Ongland, men fyri muslimum kring heimin, sigur Ebadur Rahman, sum er ráðgevi hjá fleiri muslimskum ítróttafólkum í Onglandi

