Fríða skoraði átta tey seinastu málini og tryggjaði VÍF finaluplássið

Faxe Kondi Steypakappingini, seinna hálvfinala kvinnur
VÍF – Neistin 25-25 (13-16) (Samanlagt 49-48)

Tað var einki at siga til, at hondbóltskvinnurnar hjá VÍF og viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá ið VÍF samanlagt hevði vunnið hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini við einum málið. Í dag endaði javnt 25-25, og harvið vann VÍF samanlagt 49-48 á Neistanum.

Eins og í fyrru hálvfinaluni hevði Neistin enn einaferð mist eina rímiliga greiða leiðsu, móti rættiliga rutineraða liðnum hjá VÍF, sum onkursvegna eisini megnaði at fáa úrslitið í seinnu hálvfinaluni at koppa sín veg, hóast tað helst var meira “held enn forstand”, sum onkur vestmannaáskoðari segði.

Í roynd og veru hevði Neistin uppiborið betri, vóru fleiri í høllini samd um.

Væl uppløgd Silja í Neistamálinum

Neistin byrjaði dystin sum eitt ódnarveður, og fleiri áskoðarar vóru valla komnir inn í høllina, so var 4-0 til Neistan.

Silja Müller stóð sera væl í málinum, og Neistin setti fullar ferð á hvørt einasta álop, meðan vestmannakvinnur hálvgum joggaðu aftur eftir vøllinum.

VÍF tók longu leikbrá, tá ið fýra minuttir vóru spældir. Tað hjálpti og bløðingin steðgaði, men restina av dystinum, var tað VÍF sum rann aftaná, og Neistin, sum var omaná.

Stirvið VÍF-álop

Serliga í fyrra hálvleiki tyktust vestmannakvinnur og venjarar at hava sera torført við at hugsavnað seg um at spæla hondbólt, og tað hevði við sær eina rúgvu av útvísingum, og seinasta korterið tyktist, sum um VÍF alla tíðina spældi í undirtali.

Álopsspælið hjá VÍF var eisini stirvið. Álopini vóru ikki bygd upp, og tað var ov nógv eina og ein, sum bjóðaðu av. Tí var tað lutfalsliga lætt hjá hartarbeiðandi verjuni hjá Neistanum at steðga VÍF. At Silja Müller í málinum hjá Neistanum var í rætta lagnum meginpartin av dystinum, gjørdi tað bara upp aftur betri hjá teimum bláu.

Tað skal eisini nevnast, at vanligi stórskjúttin hjá VÍF, Lív Sveinbjørnsdóttir, tyktist ógvuliga darva av skaðu í hondini, sum hon fekk fyri nøkrum vikum síðan. Ella var tað bara Neistin, sum vardi hana ógvuliga væl.

Tað gav so VÍF nógv pláss á høgra veingi, men Bjørg á Líknargøtu hevði ikki ein av sínum bestu døgum og brendi nógv. Tað hjálpti heldur ikki hjá VÍF at royna veteranin Duritu Jojic á høgra veingi, tí Silja Müller í málinum kom fyri hvørja ferð.

Væl uppbygd neistaálop og væluppløgd Ró

Álopið hjá Neistanum koyrdi hinvegin væl. Fyrst við fullari ferð fram, og so góða tíð at byggja álopini frá grundini. Tá ið verjan hjá VÍF so var farin nakað av lagið, leyp sera fima og kvika Ró Reginsdóttir á, og antin skoraði hon ella fekk hon brotskast.

Soleiðis fór dysturin, og Neistin helt seg omaná í 40 minuttir. Tá gjørdist av álvara javnt, og í eitt korter var Neistin skiftivís frammanfyri við einum ella tveimum málum.

Fríða skoraði átta tey seinastu málini hjá VÍF

VÍF fekk ongantíð stýr á álopsspælinum og álopini vóru ofta drúgv. Tí bendi nógv á, at dysturin fór at koppa til neistakvinnurnar, sum stríddust sum úlvar allan dystin.

Men í Vestmanna kunnu tey takka stórspælandi Fríðu Nolsøe Olsen fyri, at tær akkurát megnaðu at taka finaluplássið frá Neistanum.

Tá ið hinar ikki megnaðu at skora, gjørdi hon ikki mætari enn at skjóta átta tey seinastu málini hjá VÍF, harav trý brotskøst.

Seinasta málið í dystinum skoraði Fríða við brotskasti 23 sekund fyri tíð.

Neistin hevði eitt álop afturat. Bólturin var spældur út á høgra vong, men Tóra Mortansdóttir brenni tíverri fyri Neistan og tíbetur fyri VÍF.

Í finaluni næsta leygardag skal VÍF spæla móti sera væl smurdi kyndilsmaskinuni, og tá mugu vestmannakvinnur veruliga taka seg saman, hugsavna seg meira og spæla nógv neyvari hondbólt, um tær skulu hava nakran sum helst møguleika at gerast steypavinnarar.

Dómaraseðil á hsf.fo