Føroysku metini fella fyri Juliani – Í gjár tók hann metið á 10 kilometrum

Julian Gregersen úr rennifelagnum Treysti í Klaksvík setti leygardagin nýtt føroyskt met á 10 kilometra teininum í Aarhus.

27 ára gamli rennarin hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at taka gamla metið hjá Alberti Marna Joensen frá 1994, og tað eydnaðist.

Julian brúkti 30 minuttir og 42 sekund., og tað eru 14 sekund skjótari enn metið, sum Albert Marni somuleiðis setti í Århus fyri meira enn 30 árum síðan.

Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at góða tíðin og metið skal eisini síggjast út frá tí, at bæði grús og brekkur vóru á teininum. Í einum sera sterkum felti í Aarhus, endaði Julian nummar 18.

Metið á 10 kilometrum er enn eitt met í røðini hjá Julian. Hann hevur í fjør og í ár tikið metini á 1500 metrum, á 5 kilometrum á breyt og á vegi, í hálvmarathon, og fyrr í ár tók hann eisini legendariska marathonmetið hjá Absalon Hansen frá 1988, tá ið hann rann 2:21:30 í Valencia.

Julian Gregersen hevur harvið veruliga runnið seg inn í føroyska ítróttasøgu seinasta hálvtannað árið.