Føroysku hetjurnar gjørdu einki við Týskland

HM-endaspæl, Meginbólkur 4, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Týskland – Føroyar 36-26 (20-14)

Rannvá Olsen legði Føroyar fram um í fyrsta føroyska álopinum, og hóast Føroyar fingu tvær heldur óhepnar útvísingar, so megnaðu Føroyar at fylgja við stóru týsku heimafavorittunum í meginumfarinum í HM-endaspælinum.

Føroyar fylgdu væl við til 8-8, og serliga Jana Mittún spældi sera væl, og á vinstra veingi skoraði Rannvá Olsen fleiri mál.

Síðan dróg Týskland spakuliga frá, og tað gjørdist verri og verri hjá Føroyum at steðga týska álopinum, sum koyrdi betri og betri.

Vit royndu okkum við at skifta málverja. Rakul Wardum tók ikki tað nógva, og eftir eitt føroyskt leikbrá kom Gylta á Neystabø í málið.

Tað hjálpti ikki, og nú fór Týskland avgerandi frá Føroyum, og munurin bara vaks. Millum annað skoraði Týskland fleiri ferðir í tómt í mál, eftir at Føroyar høvdu tikið ov stórar møguleikar í álopsspælinum.

Er tað nakað, sum kundi verið betri í hesum dystinum, so vóru tað tær nógvu villurnar, sum endaðu við, at Týskland kastaði í tómt mál.

Tað hjálpti heldur ikki, at taka eitt leikbrá afturat, tí nú koyrdi týska maskinan av álvara og nakrar minuttir fyri hálvleik, var Týskland framman fyri 18-11.

Seinastu løtuna fyri steðgin komu Føroyar tó eitt sindur fyri seg aftur, og støðan í steðginum var 20-14.


Føroyar byrjaðu væl í seinna hálvleiki. Vit fingu betri fatur í verjuni, og Rakul bjargaði tveimum skotum.

Føroyar skiftu eitt sindur millum at spæla við seks og sjey í álopinum, og komu niður á 21-17.

Men seinni hálvleikur minti um fyrra hálvleik, tí eftir eina løtu avgjørdi Týskland dystin.

Tað var tungt at spæla móti sterku týsku verjuni, og tað gagnnýtti Týskland eins og í fyrra hálvleiki til at skjóta fleiri skot í tómt mál. Hesi løtuna runnu føroysku genturnar eisini sera illa aftur, og helst var tað orkan sum spakuliga gekk undan.

Ein annar trupuleiki, vóru brend skot av veinginum, har tað alt ov ofta eydnaðist týsku málverjunum at lokka føroysku leikararnar at skjóta beint í krovið á teimum.

Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, valdi venjarin, Claus Mogensen, at spara lyklaleikarar.

Aðrar komu inn á vøllin, og millum annað vístu Marita Mortensen við langskotum, Maria Weyhe við innspælingum inn á strikuna og einum lumpskum málið og Bjarta Johansen, við tryggleika av strikuni, at tær eisini duga at spæla hondbólt á hægsta stigi.

Føroyar taptu at enda 36-16. Vit vilja ikki kalla tað heiðurligt tap. Men týska liðið var sera sterkt, og skulu vit fáa betri úrslit móti slíkum stórum hondbóltstjóðum, so mugu serliga feilirnir verða færri, vit mugu duga betri at renna aftur og helst skulu verjan og málverjin klára at steðga fleiri álopum.

Nú er Serbia á skránni hósdagin, og tann dysturin verður spældur longu kokkan 14.30, so føroyingar mugu tíðliga heim frá arbeiði. Tann dysturin má vinnast, um dreymurin um eina fjórðingsfinalu skal liva víðari.

Dysturin á ihf.com


HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Týskland – Føroyar 36-26 (20-14)

Føroyar

  • Pernille Brandenborg – 5/6 (83%)
  • Jana Mittún – 4/4 (100%)
  • Rannvá Olsen – 4/6 (67%)
  • Bjarta Johansen – 3/3 (100%)
  • Marita Mortensen – 3/5 (60%)
  • Anna Elisabeth Weyhe – 2/4 (50%)
  • Súna Hansen – 2/4 (50%)
  • Liv Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 1/3 (33%)
  • Karin Egholm – 1/3 (33%)
  • Maria Weyhe – 1/3 (33%)
  • Lív Zachariasen – 0/0
  • Elsa Egholm – 0/0
  • Maria Nólsoy – 0/0
  • Vár Zachariasen – 0/0
  • Rakul Wardum (má) – 0/1 (0%) – 10/31 (32,3%)
  • Gylta á Neystabø (má) – 0/0 – 0/10 0%


HM-Meginbólkur 2

DVJT++/-Stig
Týskland33009971+286
Svartfjallaland32019485+94
Serbia32017886−84
Spania31028584+12
Føroyar31028093−132
Ísland30037895−170