Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

HM-undanbólkur L
Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

Tað byrjaði so sera væl, tá ið Geza Turi legði Føroyar fram um tíðliga í dystinum.

Men Kroatar vóru ov sterkir, og hóast vit høvdu nakrar góðar møguleikar, so var tað til endans bara ein spurningur um, hvussu stórur kroatiski sigurin fór at verða.

Kroatia vann dystin 3-1, og harvið er tann evarska lítli dreymurin um HM-endaspæl endaliga farin.


Føroyar skuldu royna at halda lív í evarska lítlu vónini at spæla seg til HM-endaspælið í Norðuramerika komandi summar og til tess kravdist í minsta lagi eitt stig og upp aftur betri ein sigur.

Dysturin byrjaði eisini væl, og Føroyar høvdu bóltin nógv fyrstu fimm minuttirnar, og nakrir bóltar vóru sendir innfyri kroatiska málið, men eingin vandamikil støða spurdist burturúr.

Skjótt setti Kroatia seg á spælið, og Føroyar høvdu trupult við at halda upp á bóltin, tá ið møguleikarnir uppstóðu at fara í mótálop, tá ið vit nakrar ferðir vunnu bóltin frá teimum.

Kroatar vóru serliga vandamiklir í teirra høgru síðu, og Viljormur Davidsen hevði ávísar trupuleikar av kvika MarcoPašalić, men vit vardu væl inn fyri málið.

Brádliga fingu vit ein kontramøgleika. Geza Turi fekk merkiliga góðan frið at reka fram eftir vøllinum, og komin inn móti brotsteiginum skeyt hann, og umvegis ein verjuleikara skifti bólturin kós og endaði í málinum, Og so livdu HM-vónin framvegis.

Nakrar minuttir seinni vóru vit aftur vandamiklir eftir eitt innkast frá Árna Frederiksberg. Bólturin var longdur, og Odmar Færø skallaði á stongina, áðrenn linjuverjin veitraði fyri rangstøðu.

Kroatar mentust alsamt. Føroyska verjan fall heldur langt inn í brotsteigin, og teir høvdu nógv hornaspørk.

Kroatiska trýsti gav eisini úrslit. Perisic setti René Shaki Joensen av í vinstru síðu og legði bóltin innfyri. Andrias Edmundsson skallaði burtur, og á brotsteigarmarkinum fóri Árni Frederiksberg ikki ordiliga upp í ein luftdyst móti Gvardol, sum við ein sindur av hepni vann bóltin so væl, at við vinstra beini kundi skjóta bóltin í málið. Føroyska verjan sá ógvuliga afturhaldandi út í støðuni.

Vit góvust tó ikki so. Geza Turi vísti, at hann dugdi at halda upp á bóltin, og hegnisliga sendi hann bóltin fram til Hanus Sørensen, sum enn einaferð vísti, at hann hevur altjóða ferð og rann frá verjuleikarunum. Tíverri skeyt hann hart trýstur á málverjan.

Tað var, sum altíð, ein fragd at síggja Modric stýra spælinum hjá Kroatia og ferð eftir ferð leggja vandamiklar bóltar av øllum slagi inn í brotsteignum hjá okkum.

Hjá okkum var týðiligt, at Brandur Olsen manglaði á miðjuni. Vit mistu bóltin ov lætt, og millum annað kom Árni Frederiksberg ikki ordiliga til sín rætt, og tann einasti føroyingurin, sum ikki mistu bóltin á miðvøllinum, var Geza Turi.

Beint fyri hálvleik hevði Kroatia fríspark beint uttan fyri brotsteigin, men tíbetur sendi Modric eitt spakuliga fríspark í múrin.


Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og føroyingar vóru bert hendinga gestir framman fyri miðjuna.

Føroyska liðið var trýst aftur í gjøgnum. Hornaspørk og innlegg skolaðu inn fyri málið. men teir tríggir risarnir í føroysku verjuni vunnu alt.

Vit fingu tó ta fyrstu veruliga góðu støðuna í seinna hálvleiki. Hanus Sørensen vann bóltin frá einum sløvum kroatiskum verjuleikari, setti kós móti málinum, men var ov óneyvur, tá ið hann spældi bóltin tvørtur um.

Beint eftir kom Kroatia fram. Bólturin var sendur inn til áleyparan PetarMusa, sum á málteigarstrikuni til høgru fyri málið við Odmari Færø í rygginum fekk snarað sær á og skoraði inn við nærmastu stong. Møguliga kundi Mattias Lamhauge havt bjargað, tí skotið var nokk so spíðskt.

Kroatar hildu fram at trýsta, og nú sóu Føroyar út, sum vit plagdu at gera, tí tað einasta vit megnaðu, var at sparka bóltin burtur, áðrenn næsta álopið skolaði móti føroysku verjuni.

Nú ráddi bara um at standa í móti, og fáa nýggja orku inn á liðið.

Jóannes Bjartalið og Petur Knudsen komu inn fyri Geza Turi og Meinhard Olsen, men einki hjálpti.

Føroyar áttu at fingið hornaspark, og í næsta álopið setti Perisic enn einaferð René Shaki Joensen av í høgru síðu, legði bóltin inn fyri, Mattias fór eitt sindur skeivur av bóltinum og so setti NikolaVlašić bóltin í tóma málið.

Vit taptu 3-1. Í seinna hálvleiki komu vit ongantíð við í dystin, og fyri fyrstu ferð tapti Eyðun Klakstein ein landsdyst við meira ein einum máli.

Tað góða var, at vit fyri tað mesta vardu væl, og vit komu til góðar kontramøguleikar. Tað sum ikki riggaði var at halda upp á bóltin, og so vóru nakrar støður í verupartinum, har vit skuldu verið meira ágangandi.

Vit skulu tó ikki gloyma, at Føroyar hava setta stigamet fyri undankappingar við tólv stigum, og harafturat hava vit fyri fyrstu ferð pluss á málkontuni, so tað eru nógv fleiri glottar, síðan Eyðun Klakstein tók við sum landsliðsvenjari fyri góðum ári síðan.


Vónin um HM-endaspæl livir framvegis, men er framvegis lítil. Alt er tengt av, um Gibraltar klárar at taka stig í Kekkia mánakvøldið.


HM-undanbólkur L
Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

0-1 Geza Turi (16.min)
1-1 JoškoGvardiol (23. min)
2-1 PetarMusa (57. min)
3-1 NikolaVlašić (70. min)

Føroyar (5-4-1)

Mattias H. Lamhauge

Jann Benjaminsen
Odmar Færø
Gunnar Vatnhamar
Andrias Edmundsson
Viljormur Davidsen (85. Páll Klettskarð)

Árni Frederiksberg (77. Adrian Justinussen))
Géza Dávid Turi (68. Jóannes Bjartalíð)
Jákup B. Andreasen
Hanus Sørensen (77. Martin Agnarsson)

Meinhard E. Olsen (68. Petur Knudsen)

Á beinkinum

Bárður á Reynatrøð (má)
Bjarti V. Mørk (má)

Arnbjørn Svennsson
Viljormur Davidsen
Martin Agnarsson
Jann Benjaminsen
Ási Dam
Gullbrandur Øregaard

René Shaki Joensen
Poul Kallsberg

Jóan Símun Edmundsson

Venjari
Eyðun Klaksstein

——————

Kroatia (3-4-3)

Dominik Livaković

Josip Stanišić
Luka Vušković
Joško Gvardiol

Marco Pašalić (61. Marko Fruk)
Luka Modrić (C) (61. Nikola Vlašić)
Mario Pašalić (46. Josip Šutalo)
Ivan Perišić (71. Mislav Oršić )

Luka Sučić
Petar Musa (74. Lovro Matanović)
Andrej Kramarić

Á beinkinum

Adrian Pandur (má)
Ivica Ivušić (má)

Marin Pongračić
Duje Ćaleta-Car
Luka Moro
Kristijan Jakić
Roko Ivanović

Venjari: Zlatko Dalić


Stigatalva HM-undanbólkur L

DVJTM+M-+/-Stig
1Kroatia7610232+2119
2Kekkia7412128+413
3Føroyar8404119+212
4Montenegro7304614-89
5Gibraltar7008322-190
Kelda. uefa.com