Føroyar taptu fyri Niðurlondum í Golden League

Venjingarkappingin Golden League
Niðurlond – Føroyar 30-29 (14-12)

Føroysku hondbóltsmenninir taptu 30-29 móti Niðurlondum í fyrsta dystinum í vinarkappingini, Golden League, sum verður spæld í Tróndheimi í Noregi í hesum døgum.

Dysturin var ikki serliga væl spældur, og var merktur á nógvum útvísingum og lítið av flótandi spæli.

Føroyar byrjarðu illa, men komu aftur í aftur fyri hálvleik. Í steðginum var 14-12 til Niðurlond.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á. Stundum vóru Føroyar framman fyri og stundum Niðurlond. Endin varð tó, at Niðurlond drógu longra stráið og vunndu 30-29.

Føroysku leikararnir tyktust ikki ordiliga hugsavnaðir í fyrra hálvleiki og komu aftur um beinanvegin.

Serliga okkara stjørnuleikari Elias á Skipagøtu var ofta ov ótolin og gjørdi ov skjótt av. Eisini høvdu niðurlendingarnir eydnuna við at øsa Elias eitt sindur við ágangandi verjuspæli.

Tað kom tó spakuliga glið á føroyska spælið, men vit brendu fleiri møguleikar og raktu steingirnar fleiri ferðir.

Einu løtuna førdu Niðurlond 13-8, men tað eydnaðist Føroyum at koma inn í dystin aftur fyri steðgin.

Elias fór út á beinkin eina løtu, og hoyvíkingurin Høgni Heinason kom in til sín fyrsta landsdyst. Ferðin fór upp og Óli Mittún fann fram stórspælið. Í málinum tók Pauli Jacobsen eisini tók fleiri skot.

Í steðginum førdu Niðurlond 14-12, og nevnast kann eisini, at Pauli Høj eisini spældi sín fyrsta landsdyst og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál.


Elias varð aftur settur á beinkin eftir eitt brent skot í seinna hálvleiki. Í málinum helt Pauli fram við stórspælinum, og eftir fimm minuttir javnaði Vilhelm Poulsen til 16-16.

Nú kom Elias inn aftur, og nú kendu vit hann aftur. Føroyar komu fram um við tveimum.

Niðurlond komu tó skjótt aftur í aftur og fóru eisini fram um í einari løtu, tá ið Føroyar skiftu nógv út. Millum annað kom Pauli Rasmussen úr StÍF inn til sín fyrsta landsdyst

Nú leikaði javnt á, og framhaldandi var Elias nógv á beinkinum. Óli og Pauli hildu fram við stórspælinum í hvør sínum enda, og eisini Hákun skoraðu upp á nøkur skot av høgra veingi.

Móti endanum stirnaði okkara álopsspæl nakað, og teir fingu mál hvørt álop. Tí komu Niðurlond avgerandi fram um, og Hákun West av Teigum kundi bara minka til 30-29 við brotskasti nøkur sekund fyri tíð.

Leygardagin spælir Føroyar móti Noregi og sunnudagin móti Danmark.


Hagtøl frá dystinum á heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum

Venjingarkappingin Golden League
Niðurlond – Føroyar 30-29 (14-12)

Føroyar:

NrMál7MÁ2min
78Óli Mittun6000
17Hakun West av Teigum6200
71Elias Ellefsen á Skipagøtu6401
61Pauli Mittun3001
6Leivur Mortensen2000
25Vilhelm Poulsen2000
47Isak Vedelsbøl2002
21Pauli Høj1000
79Teis Horn Rasmussen1000
1Pauli Jacobsen0000
5Pauli Hentze Rasmussen0000
7Allan Nordberg0000
8Pætur Mikkjalsson0001
22Aleksandar Lacok0000
38Høgni Heinason0000
75Rói Ellefsen á Skipagøtu0000

Málverjar:

NrBjargingarSkot%
1Pauli Jacobsen122532%
22Aleksandar Lacok010%

Skermmynd: KvF