Føroyameistarin KÍ snávaði í Streymnesi

Mest óvæntaða úrslitið higartil hetta kappingarárið gjørdist í kvøld veruleiki, tá ið EB/Streymur heima í Streymnesi heilt óvæntað spældi málleysan javnleik móti føroyameistarunum úr KÍ, sum er stórfavorittur at endurvinna meistaraheitið.

KÍ hevði alt spælið allan dystin, og ofta var nær við, men verjan hjá EB/Streymi stríddist við øllum kreftum og málverjin Jóannes Davidsen stóð ein branddyst í málinum.

EB/Streymur hevði eisini nakrar rimmar møguleikar, men eisini málverjin hjá KÍ, Sebastian Linnet John, bjargaði meistarliga einar tvær ferðir.

Móti endanum av dystinum legði KÍ alt fyri og legði eitt rimmar trýst á málið hjá KÍ. Viðhvørt dansaði bólturin á málstrikuni, og einaferð fór eitt skot umvegis ein EB/Streyma-verjaleikara á stongina.

Eftir átta minuttir yvirtíð, floytaði dómarin av, og KÍ hevði annað vikuskiftið á rað mist tvey stig. Meðan EB/Streymur vann sær fyrsta stigið í ár.