VB gav føroyameistarunum úr H71 óvæntaða harða mótstøðu í høllini í Vági í dag.
Allan fyrra hálvleik leikaði javnt á, og í steðginum førdi H71 18-16.
Fyrst í seinna hálvleiki kom VB fram um og helt seg framman fyri til eitt korter var spælt, tá ið heimaliðið førdi 27-25.
So skoraði H71 fimm mál á rað og kom fram um 30-27. Eftir hetta megnaði H71 at halda seg frammanfyri restina av dystinum og vann dystin 36-33.
Fyri VB skoraði Agatha Kjærbæk Djurhuus heili 12 mál og Carmen Luiza Silva 7.
Hjá H71 var Lukka Arge besti málskjútti við 8 málum. Karina Debes Heinesen og Maria H. Weyhe skutu 6 mál hvør.

