Floglíkindi gera, at H71 ikki spælir Europa Cup í kvøld

Dysturin, sum kvinnurnar hjá H71 skuldu spæla í Evropa Cup í kvøld, er avlýstur ella útsettur.

Flogfari, sum mótstøðuliðið Fortes Venlo úr Niðurlondum skuldi koma við, er ikki lent í Vágum, og tí er alt óvist, hvussu verður við dystunum báðum, sum skuldu spælast í kvøld og í annaðkvøld.