
Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
Føroyar – Italia 38-34 (18-17)
Bjarni á Selvindi, sum als ikki spældi fyrra dystin, byrjaði í álopinum og skoraði tvey tey fyrstu málini í seinna venjingardystinum móti Italia undan EM.
Í hinum endanum hevði Italia sera lætt við at koma í gjøgnum okkara verju, og tá ið vit samstundis brendu nøkur skot, so kom Italia fram um 7-4.
Tróndur Mikkelsen kom inn í verjuna og tað hjálpti beinanvegin. Ein undirtalsstøða gjørdi tó, at Italia kom fram um aftur.
Tað gjørdist tó talan um ein javnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at vera framman fyri. Bæði Pauli Jacobsen í okkara máli og italiski málmaðurin tóku fleiri leys skot, og sum heild sást í øllum lutum, at hetta var ein vinardystur.
Pauli Mittún gjørdi tað gott, tá ið hann kom inn, og eisini var stuttligt at síggja, at Leivur Mortensen var spældur leysur fleiri ferðir á vinstra veingi og skoraði trygt.
Eisini royndist Hákun West av Teigum, sum altíð, væl á høgra veingi, og eisini skoraði hann nøkur mál eftir skjót mótálop.
Seinastu fimm minuttirnar komu Føroyar eitt skifti fram um við trimum málum, men Italia svaraði aftur, og í steðginum var 18-17 til Føroyar.
Føroyar byrjaðu væl upp á seinna hálvleiki. Pauli Mittun helt fram at spæla væl, og Leivur var framvegis tryggur av vinstra veingi. Í málinum tók Pauli okkurt skot, og Føroyar komu fram um 23-20.
Italia kom tó skjott aftur í aftur, og so var aftur talan um ein javnan dyst.
Óli Mittún kom als ikki inn i seinna hálvleiki, og í staðin sóu vit millum annað hvør dugur er í Bjarna í Selvindi.
Ísak Vedelsbøl royndist eisini væl á strikuni og Pauli Jacobsen hevði fleiri bjargingar, eftir at Tórður Guttesen hevði fingið nakrarminuttir í málinum.
Endin varð, at Føroyar vunnu 38-34.
Altíð gott at fara til Noregs við einum sigri. Venjararnir fingum heilt sikkurt roynt nógv, sum skal brúkast í Noreg, og eitt sum er heilt víst er, at verjan má gerast nógv betri, um vit skulu hava nakran sum helst møguleika móti Sveis, Svartfjallalandi og Slovenia.
Nú gleða vit okkum til Oslo.
Koyr á Føroyar!
Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
Føroyar – Italia 38-34 (18-17)
Føroyar
- Hákun West av Teigum: 7
- Leivur Mortensen 7
- Pauli Mittún: 5
- Ísak Vedelsbøl: 5
- Teis Horn Rasmussen: 4
- Bjarni í Selvindi 4
- Vilhelm Poulsen: 3
- Rói Ellefsen á Skipagøtu: 2
- Óli Mittún: 1
- Tróndur Mikkelsen:
- Pætur Mikkjalsson:
- Rói Berg Hansen:
- Helgi Hoydal
- Allan Norðberg
- Kjartan Johansen
- Pauli Jacobsen (má)
- Tórður Guttesen (má)
