HB boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við estiska áleyparan, Erik Sorga, um at enda samstarvið av persónligum orsøkum.
HB styrkti seg við 26 ára gamla áleyparanum undan kappingarbyrjan.
31 landsdystir og fýra mál fyri Esland boðaðu frá, at hesin leikarin kundi gerast góður. Men teir fimm dystirnar hann spældi við HB fekk hann lítið burtur úr og skoraði einki mál.
Tað mest minniliga, hann gjørdi í føroyskum fótbólti, var at missa bóltin mitt á miðjuni móti KÍ, sum skoraði upp á eftirfylgjandi álop.
