EM dystargreining: Takk fyri enn eitt ævintýr

EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Slovenia – Føroyar 30-27 (16-15)

Hóast vit øll eru vónbrotin, um ikki at koma víðari til meginumfarið í Malmø, so kunnu vit ikki annað enn takka okkara hondbóltshetjum fyri enn eitt ævintýr, sum einki stendur aftanfyri Berlin.

Tit eru fantastiskir og góvu okkum nakrar ógloymandi løtur í Unity høllini í Fornebu í Oslo, har vit fóru gjøgnum allar kenslur, frá ovfarakæti til tómu kensluna, tá ið ævintýrið var av eftir 30-27 ósigurin fyri Slovenia í gjárkvøldi.

Grindin sprakk úr pottinum aftur. Soleiðis er kenslan, eftir at føroysku hondbóltsmenninir vóru so sera nær við at koma víðari.

Tað sá annars so gott út undan seinasta leikdegnum í Bólki D. Sveis skuldi hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar, og tað átti næstan at verið ómøguligt.

Men Montenegro vísti sera vánaligan ítróttaanda við at lata Sveis vinna við 17 málum. Leysasøgur vildu vera við, at montenegrar vóru sæddir í býarlívinum náttina fyri dystin. Um tað er hald í hesum søgum, vita vit ikki. Men teir spældu í hvussu er, sum um teir høvdu verið skítfullir allan náttina. Stór skomm má sigast.

Føroyar fingu eina vánaliga byrjan upp á dystin, og vit komu aftur um beinanvegin. Verjan megnaði ikki at steðga sera kvika álopsspælinum hjá Slovenia, sum skoraði upp á øll síni fyrstu álop.

Føroyar spældi seg eisini til møguleikar, men tríggir heilt góðir vóru brendir, og so var Slovenia framman fyri við trimum. Hesin munurin helt sær meginpartin av fyrra hálvleiki.

Í føroyska spælinum vóru eisini frá byrjan smáir, møguliga avgerandi, óneyvleikar. Pauli Jacbsen kastaði bóltar skeivt fram eftir, tá ið vit skuldu geva bóltin upp, og onkuntíð var eingin strikuleikari komin í miðsirkulin at taka móti bóltinum. Einaferð, tá ið vit vóru um at fáa fatur á teimum, stóð verjan eisini og steinsvav, og teir skoraðu lættliga.

Slovenar royndu at seta seg í respekt beinanvegin við ljótum spæli, og Blaz Janc var heppin bert at fáa tveir minuttir á beinkinum, tá ið hann takklaði Elias í andlitið.

Seinni í fyrra hálvleiki átti Óli Mittún tørn at fáa ein á kjaftin, og hesaferð vístu sponsku dómararnir Matic Suholežnik reyða kortið.

Í verjuni fingu vit ongantíð ordiliga fatar, men hinvegin so kom Pauli Jacobsen í málinum í gongd, tá ið hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki tók eitt brotskast, eftir at viðhaldsfólkini høvdu rópt hann í gongd við eyðkenda rópinum, “Pauli, Pauli, Pauli………”.

Pauli helt fram at standa væl restina av hálvleikinum og átti helst høvuðsheiðurin fyri, at vit hildu munin niðri á tveimum trimum málum. Í álopinum vóru tað serliga Elias á Skipagøtu og Óli Mittún, sum koyrdu á og skorðaðu føroysku málini.

Beint fyri steðgin eydnaðist at minka munin niður í eitt mál, 16-15 til Slovenia. Allan Norðberg kom inn á høgra bakk fyri Vilhelm Poulsen, og hann loysti uppgávuna sera væl. Tað var sum um spælið gjørdist skjótari við Allani á vøllinum , og hóast hann brendi okkurt skot, so gjørdi hann mun og skoraði eisini eitt mál.

Besta føroyska løtan var beint eftir steðgin. Vit skoraðu trý tey fyrstu málini, Pauli helt fram at bjarga, og so vóru vit brádliga framman fyri 18-16.

Tíverri so misti við skjótt leiðsluna og restina av dystunum haltaðu vit aftan á.

Verjan fekk framvegis ikki fatur á rætta endanum, og Pauli í málinum fann ikki á rætta lagið eftir steðgin. Kanska Tórður Guttesen kundi havt fingið møguleikan í nakrar minuttir. Tað hevði ikki verið verri, og møguliga hevði Pauli eisini havt gott av nøkrum minuttum á beinkinum

Eitt sindur løgið var tað eisini, at Allan Norðberg var tikin út aftur eftir góðu byrjanina av seinna hálvleiki, hóast spælið gleið væl við honum í álopinum.

Tað vísir seg at vera afturvendandi, at venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, hevur sera lítið álit á eykamonnunum, og í dag fingu leikarar, sum Rói á Skipagøtu og Pauli Mittún ongan minutt á vøllinum, hóast teir fyrr í kappingini hava víst, at teir so avgjørt megna at gera mun á hægsta stigi.

Júst tað, at venjarin ikki torir at brúka hópin, vísti seg eisini seinastu minuttirnar. Tí hóast okkara leikarar við framúr stuðli av áskoðaraplássunum gjørdu alt, teir kundu, fyri at koma aftur í aftur, so var orkan ikki til staðar.

Tað var annars um at gerast spennandi, eftir at Slovenia førdi 28-24, tá ið seks minuttir vóru eftir.

Tórður kom inn og bjargaði einum brotskasti, og tá ið Hákun West av Teigum minkaði til 28-26 við trimum minuttum eftir, birtist vónin aftur.

Tað rakk tó ikki. Elias og Óli royndu við øllum teir áttu. Men har var einki at gera. Orkan var ikki har, og Føroyar taptu 30-27 móti einum góðum slovenskum liði, sum við kvikum spæli voldi føroysku verjuni stórar trupulleikar allan dystin.

Hóast vónbrotið var stórt, so fer hendan vikan í Oslo at standa eftir í føroyskari ítróttasøgu. Trý stig fingu okkara menn, tað eru tvey fleiri enn seinast. So tað gongur rætta vegin.

Føroysku viðhaldsfólkini vístu eisini eftir dystin leikarunum, at tey seta prís á teirra avrik. Í nógvar minuttir vóru teir heiðraðir við sangum og eyðkennisrópum.

Tá ið leikararnir seinastu ferð gingu úr Unity høllini rungaði tjóðsangurin.

Vit droyma longu um HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027.


Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Slovenia – Føroyar 30-27 (16-15)

  • Elias Ellefsen á Skipagøtu: 9/14
  • Óli Mittún: 7/8
  • Hákun West av Teigum 4/7
  • Leivur Mortensen: 2/4
  • Vilhelm Poulsen: 2/6
  • Teis Horn Rasmussen: 2/2
  • Ísak Vedelsbøl: 0/2
  • Allan Norðberg: 1/3
  • Pætur Mikkjalsson:
  • Tróndur Mikkelsen:
  • Pauli Mittún:
  • Rói Ellefsen á Skipagøtu:
  • Bjarni í Selvindi:
  • Rói Berg Hansen:
  • Pauli Jacobsen (má): 9/38
  • Tórður Skorheim Guttesen (má): 1/1

Kelda; handballstatz.fo


Stigatalva Bólkur D

DVJTMál+/-Stig
1Slovenia3300109–10276
2Sveis3111106–92143
3Føroyar311192–82103
4Montenegro300390–121–310