EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Montenegro – Føroyar 24-37 (12-19)
Frá fyrsta bríksli spældu Føroyar nærum ein fullkomnan dyst móti Montenegro í øðrum dystinum í EM-endaspælinum í manshondbólti.
Okkara hetjur snøgt sagt hølvaðu Montenegro av heili 37-24, og tað, at Slovenia vann á Sveis seinni um kvøldið, ger, at Føroyar eru nærum komnar víðari í millumsplælið. Sveis skal hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar í seinasta umfarið, um tað skal kiksa.
Onkur lítil villa kom fyri í verjuni fyrst í dystinum, og Ísak Vedelsbøl fekk eina útvísing, sum skuldi vísa seg at verða tann einasta føroyska í dystinum. Men tá ið verjan var justerað, so spældu okkara menn ein lýtaleysan dyst.
Grundarlagið var lagt í verjupartinum, har allar takklingar sótu akkurát, sum tær skuldu, og montenegrar sluppu ongantíð ótarnaðir at skjóta eitt skot.
Aftanfyri verjuna stóð Pauli Jacobsen í málinum sín lívsdyst og tók saman við verjuni fullkomuliga pippið frá stóru skjúttunum hjá Montenegro.
Eisini fangaði okkara verja sera nógvar innspælingar inn á strikuna, og tað gjørd,i at vit fingu nógv mál upp á løtt skjótálop.
Hákun West av Teigum svaraði veruliga aftur eftir heldur vánaliga fyrsta dystin móti Sveis. Hann var flúgvandi frá byrjan og høgdi bóltarnar í kassan av høgra veingi og í skjótálopum.
Elias á Skipagøtu megnaði hesaferð at hugsavna seg um spælið, hóast hann aftur fekk onkrar harðar takklingar fyrstu løtuna. Og tá ið Elias klárar tað, so er hann millum heimsins bestu spældeilarar.
Eisini Óli Mittún spældi enn ein nærum fullkomnan dyst, og hann megnaði at skora upp á øll níggju skotini, sum hann skeyt í dystinum. Heilt einastandandi má sigast.
Allir spældu væl. Leivur skoraði av vinstra veingi, og strikuleikararnir gjørdu sítt, hóast teir ikki fingu so nógvar bóltar.
Og so mugu vit enn einaferð nevna verjuna, sum bara var frammúr og ikki hevur verið nær á námind so góð, síðan Peter Krogh var í hæddini.
Í miðverjuni spældu Teis Horn Rasmussen, Pætur Mikkjalson og Ísak Vedelsbøl í heimsflokki. Á høgra bakki slapp eingin fram við Vilhelm Poulsen, sum man teljast millum heimsins bestu verjuleikarar á sínum plássi. Tróndur Mikkelsen gjørdi tað eisini frálíkt, tá ið hann kom inn á vinstra bakk at verja.
Sum dysturin leið, sóu vit eisini, at Elias so sanniliga dugir at verja, og rómurin var øgiligur, tá ið Elias einaferð var fyrsta maður aftur og í leysari luft fangaði bóltin, sum var á veg í tóma málið.
Montenegro fylgdi við eina lítla løtu, og so drógu Føroyar frá. Venjarin hjá Montenegro, fyrrverandi franski stórleikarin, Didier Dinart, royndi at venda gongdini, men so við og við kom máttloysi á hansara leikarar, og miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdist greitt, at hetta fór at røkka.
EM-arin, “Hvítt sum kavi….” hoyrdist um allan Oslofjørðin, og nú var bara spurningurin, hvussu nógv Føroyar fóru at vinna.
Føroysku viðhaldsfólkini vóru hendan dystin klár frá byrjan. Tey stóðu uppi allan dystin á tamb, og tað var valla ein løta, har tey ikki hoyrdust. Tey gjørdust mælskari og mælskari, sum dysturin leið, og móti endanum stóðu nógv bara og smíltust, meðan tey bóru okkara menn gjøgnum seinastu minuttirnar í besta føroyska landsliðsavrikinum nakrantíð.
Vit vunnu at enda 37-24, og tað mest imponerandi var, at okkara leikarar ongantíð fullu í støði, og harvið tryggjaðu sær ein so góðan málmun undan seinasta umfari, at tað skal veruliga vilja illa til, um vit ikki spæla í millumspælinum í Malmø seinn í vikuni.
Hóast vit nærum eru víðari, so er úrslitið móti Slovenia týðandi. Slovenia er longu komið víðari, og tí koma stigini í hesum dystinum við í millumfarið, um Føroyar megna at koma víðari.
Enn einaferð. Takk fyri dreingir. Vit gleða okkum til dystin móti Slovenia.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Montenegro – Føroyar 24-37 (12-19)
- Hákun West av Teigum 9/14:
- Elias Ellefsen á Skipagøtu: 9/10
- Óli Mittún: 9/9
- Leivur Mortensen: 3/4
- Teis Horn Rasmussen: 3/3
- Ísak Vedelsbøl: 2/3
- Allan Norðberg:: 1/1
- Vilhelm Poulsen: 1/3
- Pauli Mittún:
- Rói Ellefsen á Skipagøtu:
- Tróndur Mikkelsen:
- Pætur Mikkjalson:
- Bjarni í Selvindi:
- Rói Berg Hansen:
- Pauli Jacobsen (má):
- Tórður Skorheim Guttesen (má):
Kelda; handballstatz.fo
Stigatalva Bólkur D
| D | V | J | T | Mál | +/- | Stig | ||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | Slovenia | 2 | 2 | 0 | 0 | 79–75 | 4 | 4 |
| 2 | Føroyar | 2 | 1 | 1 | 0 | 65–52 | 13 | 3 |
| 3 | Sveis | 2 | 0 | 1 | 1 | 63–66 | –3 | 1 |
| 4 | Montenegro | 2 | 0 | 0 | 2 | 64–78 | –14 | 0 |

